back-icon

24.09.2022 13:38

Jú, mannfólk eru eisini á barsilskafe

Í GMF varð sagt, at nýggja barsilskaféin á Áarvegnum var til mammur og børn, og at pápar ikki ganga á kafé. Men soleiðis er ikki, siga eigararnir av Oliviu

(Mynd: Kafé Olivia)
24.09.2022 13:38 Hvat.fo

Fríggjadagspanelið hjá Góðan morgun Føroyum í útvarpinum við Elisu Vang, Rana Nolsøe og Signar í Homrum viðgjørdi í gjár nýggju kaffistovuna á Áarvegnum í Havn, Oliviu, sum hon eitur.

Her kom prátið inn á, at kaffistovan var mest til mammur og børn, og at pápar ikki ganga á kafé.

Men so er ikki, siga eigararnir av Kafe Olivu. Í Facebook uppslagi verður tað mótprógva við mynd av trimum monnum, sum vóru á gátt á Áarvegnum í gjár. 

Eisini verður lagt upp til at deila og tagga menn, so tað kann mótprógvast, at pápar ikki ganga á kafé.

Sí eisini: Myndarøð: Nú letur nýggja kaffistovan á Áarvegnum upp

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald