back-icon

22.03.2021 21:11

Kærleikin í vaskið - aftur í Danmark

Teitur Skoubo hevur leitað sær niður aftur til Amager eftir tveir mánaðir í Føroyum

(Mynd: Herognu.dk)
22.03.2021 21:11 Sverri Egholm

Teitur Skoubo valdi at leita sær til Føroya fyribils fyrr í ár orsakað av hørðu koronatiltøkunum í Danmark, og tað, at hann var vorðin glaður fyri eina gentu her á landi.

Men nú er føroyski realityluttakarin Teitur Skoubo farin til Danmarkar aftur at búgva, og kærleikin sum var millum havnardreingin og hesa gentuna, er ikki teirra millum longur.

- Tað er liðugt. Tað riggaði ikki, váttar hann fyri Ekstrablaðnum í dag.

- Vit byrjaðu at ganga saman nokkso skjótt, men man tímir ikki at fara út við tí alment, áðrenn ein er heilt vísur í tí. Og tað var nokk gott, at vit ikki gjørdu tað, tí tað vardi ikki so leingi, greiðir Teitur Skoubo danska blaðnum frá.

- Vit skeldaðust ov illa. Tað var hvørt vikuskifti, og vit vóru vánalig at samskifta, greiðir hann frá.

Hóast umstøðurnar letur 25 ára gamli Teitur Skoubo, sum í 2019 vann realitysendingini Paradise Hotel, kortini væl at tilverðini, nú hann aftur er á Amager.

- Eg eri í holt við nógv ymiskt, og summarið er ávegis. Tað er deiligt. Tað er summar, sól og Amager. Perfekt, hóast eg gráti eitt sindur, hvørja ferð eg gangi framvið venjingarmiðstøðini.

Teitur Skoubo luttók í fjør í røðini Singletown saman við táverandi unnustuni, Christel Trubka. Parlagið teirra millum endaði í heyst eftir at tey høvdu verið saman síðani januar í fjør.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald