back-icon

02.10.2020 22:30

Kallurin og James Bond bíða til 2021

Frumsýningin av nýggjasta James Bond-filminum enn einaferð útsett. Hesaferð til apríl næsta ár

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

02.10.2020 22:30 Hvat.fo

Framleiðararnir av James Bond, “No Time To Die” hava í kvøld á Twitter boðað frá, at frumsýnignin enn einaferð er útsett.

Filmurin skuldi vísast í biografunum í apríl mánað í ár, men varð útsettur orsaka av koronasmittuni, sum rakti heimin í vár. No Time To Die, sum er 25. filmurin av James Bond, varð í fyrsta umfari útsettur til 20. november, men nú er altso greitt, at tað verður av ongum.

Orsøkin er enn einaferð koronastøðan kring heimin, og frumsýningin hesaferð er 2. apríl 2021.

[object Object](Skíggjamynd úr brellbitanum fyri filmin)

Hesin filmurin hevur føroyskt íslett. Í september í fjør vóru upptøkur gjørdar í Kalsoynni, og í nýggjasta brellbitanum av filminum, sæst eitt sekund av Føroyum - av Kallinum. Landslagið er nógv broytt, men Føroyar er tað.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald