back-icon

25.06.2020 20:00

Katrina Maria elskar Martial

Ein av teimum, sum fegnast um sannførandi United-sigurin í gjár, er Katrina Maria Christiansen úr Havn

Mynd: Instagram, katrina.maria
25.06.2020 20:00 Jens Hákun Leo

Tað er gott lag í United-leguni í dag eftir sannførandi 3-0 sigurin ímóti Sheffield United í gjár.

Ein av teimum, sum fegnast um sigurin, er ídni United fjepparin og modellin Katrina Maria Christiansen úr Havn.

Anthony Martial var hatrikkskjútti hjá heimaliðnum, og hetta er Katrina Maria stak væl nøgd við.

- Martial, sikken ein maður. Vit fullkomiliga stýrdu dystinum, og tað var ein sera stór gleði at síggja United spæla. Gott arbeitt, skrivar Katrina Maria á Instagram. 

[object Object]

[object Object]

Við meira enn 70.000 fylgjarum er Katrina Maria millum størstu føroyingarnar á Instagram.

Katrina Maria, sum býr í Keypmannahavn, er av fleiri útlendskum miðlum kosin at vera lekkrasti United-fjepparin.

[object Object]

[object Object]

[object Object]
Við sigrinum í gjár leggur United annars trýst á Chelsea á 4. plássinum. United er í løtuni tvey stig aftanfyri Chelsea á 4. plássinum, sum gevur atgongd til Champions League. Chelsea spælir í kvøld ímóti Manchester City á heimavølli.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald