back-icon

19.06.2020 17:15

Katrina Maria tippar 2-1 til teir Reyðu Djevlarnar

Premier League er byrjað aftur eftir koronasteðgin, og í kvøld klokkan 20.15 er stóruppgerð á skránni ímillum manningarnar hjá Jose Mourinho og Ole Gunnar Solskjær

Katrina Maria Christiansen (Mynd: Instagram, katrina.maria)
19.06.2020 17:15 Jens Hákun Leo

Katrina Maria Christiansen, sum flestum kunnugt er modell og United fjeppari um ein háls, gleðir seg sum eitt smábarn til dystin í kvøld ímillum Tottenham Hotspur og Manchester United.

Premier League er byrjað aftur eftir koronasteðgin, og í kvøld klokkan 20.15 er stóruppgerð á skránni ímillum manningarnar hjá Jose Mourinho og Ole Gunnar Solskjær.

[object Object]

[object Object]

Katrina Maria vónar sum vera man, at United vinnur dystin. Tað tippar hon eisini, at United ger.

- Tað verður nokk ein trupul dystur, men eg rokni við, at United vinnur 2-1.

- Kanska Paul Pogba fær eitt mál, meðan Marcus Rashford fær hitt. Tað hevði verið ordiliga gott, heldur hon.

[object Object]

[object Object]

Dysturin í kvøld er fyrsti dystur hjá United síðan 12. mars, tá teir Reyðu Djevlarnir vunnu 5-0 á LASK Linz í Europa League.

Katrina Maria er so spent, at hon kann næstan ikki bíða til í kvøld

- Eg gleði meg so mega nógv til í kvøld. Tað verður fantastisk at síggja United spæla aftur, sigur unga havnardaman.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald