Kavi í mai: Kunnu vænta kavaæl til 1. umfar
Sambært DMI fer tað at kava leygardagin, og hitin fer at liggja um frostmarkið og trý hitastig
Savnsmynd: Norðlýsið
Sambært nýggjastu veðurforsøgnunum sær ikki út til, at veðrið verður nakað serliga gott, tá ið Betri deildin verður skotin í gongd í vikuskiftinum.
Veðurforsøgnin hjá DMI vísir, at tað fer tað at kava leygardagin, og at hitin fer at liggja um frostmarkið og trý hitastig.
Fimm dystir standa á skránni í Betri deildini leygardagin. Televarpið vísir teir allar, meðan TV2 Norge vísir tríggjar av teimum.
Spurningurin er, um kavaveðrið fer at hava nakra ávirkan á líkindini at spæla dystirnar.
Sambært DMI verða tað 8-13 metrar um sekundið leygardagin, og tað koma nøkur kavaæl.
Fríggjadagin verða 5 hitastig og 5-10 metrar um sekundið. Fríggjakvøldið kunnu vit vænta eitt sindur av vátaslettingini ella kava, og at hitin fer niður um frostmarkið.
Dystirnir í 1. umfari í Betri deildini eru hesir:
NSÍ-TB, klokkan 15
HB-EB/Streymur, klokkan 15
Skála-ÍF, klokkan 16
KÍ-B36, klokkan 17
AB-Víkingur, klokkan 19
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald