19.10.2020 19:10
Kennist tú við orðini viðkyn, millumkyn, krossávirkan og ælabogabarn?
LGBT Føroyar hevur gjørt ein orðalista yvir orð og hugtøk sum hava við LGBT+ rørsluna at gera
(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
19.10.2020 19:10
Hvat.fo
Tað kann vera trupult at vita hvussu ymisk hugtøk í sambandi við LGBT+ rørsluna eita á føroyskum. Tí hevur LGBT Føroyar gjørt ein orðalista á heimasíðu sínari.
Orð sum draggdrotning, heteronormativitetur, hvir, kynssamleiki, millumkyn og annað er partur av listanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald