KÍ og B36: Tað verður ómetaliga trupult uttan áskoðarar
Bárður á Steig Nielsen staðfesti í dag, at tað fer at bera til at kappast aftur frá leygardegnum 9. mai. Løgmaður mælti til, at tað verður uttan áskoðarar ta fyrstu tíðina
Post-korona: Tað verður ein dyggur smeitur fyri tey føroysku feløgini, um tey verða noydd at spæla fleiri av sínum heimadystum í ár uttan áskoðarar.
Hetta ásanna bæði Tummas Lervig, formaður í KÍ, og Magni Mouritsen, formaður í B36.
Fyrrnevndi er fortalari fyri, at feløgini sleppa at hava áskoðarar til dystirnar.
- Tað verður eitt ómetaliga trupult ár hjá okkum uttan áskoðarar. Eg haldi næstan, tað er tryggari at spæla við áskoðarum enn uttan, tí tað er jú ringt at halda fólki burtur. Tað ber illa til her í Klaksvík at forða fólki í at standa á vegnum og hyggja eftir dystunum, sigur Tummas Lervig.
Hann leggur afturat, at KÍ í mars hevði eina ætlan um, hvussu áskoðarar kunnu koma til dystirnar hjá felagnum "uppá ein kontrolleraðan máta", sum hann málber seg
Magni Mouritsen í B36 er eisini forharmaður um, at tað møguliga skal verða spælt uttan áskoðarar ta fyrstu tíðina.
- Nú mugu vit fyrst tosa saman við Fótbóltssambandið um hvat og hvussu. Alt er so nýtt enn, og vit mugu fyrst av øllum finna útav, hvussu kappingin í ár skal spælast, og um tað skal verða við ella uttan áskoðarar.
- Men tað er greitt, at vit koma at missa ein stóran part av okkara inntøkugrundarlagi, um vit ikki sleppa at hava áskoðarar til teir fyrstu heimadystirnar, sigur B36 formaðurin.
Í 2019 hevði B36 sambært bolt.fo 730.819 krónur í áskoðarainntøkum.
KÍ fekk 640.779 krónur inn í áskoðarainntøkum í 2019.
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, staðfesti í dag, at tað fer at bera til at kappast aftur frá leygardegnum 9. mai.
Løgmaður mælti til, at tað verður uttan áskoðarar ta fyrstu tíðina.
FSF hevur í løtuni onga viðmerking til, hvussu kappingin í ár skal spælast.
- Vit fara at snakka við feløgini um hesi viðurskiftini um páskirnar ella beint aftaná páskir, og so koma vit at taka tað harfrá, sigur Róin Schrøter, varaforseti í FSF.
Tosað hevur verið um, hvørt kappingin í ár skal spælast yvir 18 ella 27 umfør. Eisini hevur verið tosað um, hvussu verður við steypakappingini í ár.
Men tað hevur FSF also onga viðmerking til í løtuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald