back-icon

07.05.2020 11:40

Kom í hóslag við kriminella umhvørvið í Svøríki

Sviin Ken Fagerberg, sum spælir við TB, dámdi væl at drekka og at taka rúsevni í sínum yngru døgum í Danmark og Svøríki

Ken Fagerberg (Mynd: Sverri Egholm)
07.05.2020 11:40 Jens Hákun Leo

Sviin Ken Fagerberg, sum spælir við TB, hevur eina drúgva yrkisleið aftanfyri seg í Danmark og Svøríki.

Hann hevur spælt við feløgum sum Örgryte, FC Midtjylland, AC Horsens og Vendsyssel FF, og í 2017 skifti hann so til føroyskan fótbólt og 07 Vestur. Har var hann í hálvttriðja ár, áðrenn leiðin gekk víðari til Suðuroyar í fjør.

Ken Fagerberg er nú 31 ára gamal og er giftur við einari føroyskari kvinnu, sum hann hevur tvey børn saman við.

Lívsleiðin hjá honum hevur ikki altíð verið líka løtt, tí í Svøríki, meðan hann spældi við Örgryte tíðliga í 10-unum, kom hann í hóslag við tað kriminella umhvørvið.

TV2 Norge hevur gjørt eina samrøðu við Fagerberg í sambandi við, at rásin nú fer at vísa føroyskan fótbólt.

Betri Deildin byrjar aftur leygardagin, og fyrsti dysturin hjá Fagerberg og teimum er á útivølli ímóti NSÍ.

[object Object]

Fagerberg dámdi væl at drekka og at taka rúsevni, og tað var í hesum sambandi, at hann kom í trupulleikar í Svøríki.

- Eg havi altíð verið ein villbassi. Eg livdi eitt lív, sum mangan innibar at drekka alkohol og at taka rúsevni. Eg vil ikki siga, at eg var narkomanur ella bundin av rúsdrekka; eg vildi bara hava tað stuttligt. Eg haldi, tað bleiv ein stórur trupulleiki at kombinera hendan lívsstílin við ítrótt á høgum støði.

- Eg endaði í einum sera vánaligum umhvørvi, tá eg kom aftur til Svøríki (hann varð útleigaður til Örgryte frá FC Midtjylland í 2010, red). Tað vóru fólk frá tí kriminella umhvørvinum, sum vóru úti eftir mær, og eg skilti, at eg mátti aftur til Danmarkar, sigur Fagerberg við TV2 Norge.

Fagerberg slapp so eisini aftur til Danmarkar í úrtíð, eftir at hann hevði syrgt fyri at fáa reytt kort við vilja. Púra óprovokerað sló hann ein mótleikara niður við alboganum, so at hann fekk reytt kort og eitt so mikið langt leikbann, at hann ikki kom at leika fyri Örgryte aftur.

Ken Fagerberg er í dag muslimur. Tá hann búði í Danmark, byrjaði hann at ganga í kirkju og at lesa Bíbliuna. Men jú meira hann las, jú fleiri spurningar fekk hann. Tí valdi hann at granska í øðrum átrúnaðum, og til síðst valdi hann so islam.

- Eg havi hugsað nógv ígjøgnum lívið, og átrúnaðurin gjørdi, at eg fekk nøkur svar. Eg livi ikki serliga religiøst útat til, men í mínum tonkum geri eg tað, sigur Fagerberg, sum stórtrívist í Suðuroy.

- Tað er heilt fantastiskt her. Hetta er tað besta staðið í Føroyum. Fólkini her, spælararnir, venjarin, øll eru fantastisk, heldur hann fyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald