back-icon

14.08.2020 20:25

Konsert við frástøðu í Onglandi

Fyrr í vikuni savnaðust 2.500 fólk til eina konsert við frástøðu í norðurenska býnum Newcastle

14.08.2020 20:25 Jens Hákun Leo

26-ára gamli indierokk-tónleikarin Sam Fender savnaði týskvøldið 2.500 áskoðarar til eina konsert við frástøðu í norðurenska býnum Newcastle. 

Konsertin varð hildin í Gosforth Park, har 500 smáir stálpallar vóru settir upp til tey, sum høvdu atgongumerki til konsertina, skrivar CNN.

Í mesta lagi fimm fólk høvdu loyvi at standa á hvørjum palli, og tey, sum høvdu hug til tess, kundu bíleggja mat og drekka áðrenn konsertina ella við einari app á telefonini og so fáa matin bornan til pallin ella sjálvi heinta hann.

Harumframt varð skipað so fyri, at tá ið fólk komu til konsertøkið undan konsertini við bili, skuldu tey parkera tveir metrar frá hvørjum øðrum, áðrenn tey eftir hetta vórðu leiðbeind til pallin, har tey skuldu standa.

[object Object]

The Virgin Money Unity Arena, sum stóð fyri konsertini týskvøldið, fegnast um átakið.

- Vit eru sera fegin um tann leiklut, sum vit spæla í at fáa tónleikatiltøk aftur til lívs, nú vit eru í ferð við at koma úr okkara "lock-down".

- Hetta kennist sum ein heilt serstakur møguleiki at hátíðarhalda tónleik og allar tær undurfullu kenslur, sum komast av at uppliva tónleik á palli saman við øðrum fólkum, sigur Helen Page, talskvinna hjá Virgin Money.

Fleiri tónleikarar og skemtarar - harímillum Van Morrison, Jimmy Carr and Bill Bailey - hava ætlanir um at hava líknandi størri framførslur við frástøðu seinni í ár, skrivar CNN.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald