back-icon

02.04.2020 13:10

Korona elvir til íbúðarboom

Hetta fær tó ikki Elina Hentze, nevndarlim í áhugafelagnum Búgva, upp at flákra

02.04.2020 13:10 Jens Hákun Leo

Hesa síðstu tíðina hava fólk, sum leita eftir staði at búgva, varnast at nógv fleiri bústaðir eru komnir á leigumarknaðin, síðan koronakreppan byrjaði fyri einum góðum mánað síðan.

Á kitt.fo og Facebooksíðuni "Føroyar, hús og íbúðir til leigu" hava munandi fleiri uppsløg enn vanligt verið hesar síðstu vikurnar.

Hetta fær tó ikki Elina Hentze, nevndarlim í áhugafelagnum Búgva, upp at flákra. Hon vísir á, at íbúðir ella hús, sum áður hava verið til leigu á Airbnb, nú helst eru komin á vanliga leigumarknaðin av óvissuni, sum koronakreppan hevur elvt fyri millum annað ferðavinnuna.

Hetta er tó bert ein stokkuk gleði, væntar hon.

- Vit síggja, at uppsløgini ofta leggja upp til stutttíðarleigu, 3-12 mánaðir ella kanska eitt sindur longur enn tað.

- Hetta er sjálvandi gott uppá stutt sikt, men her má framvegis nakað meira grundleggjandi á borðið, sigur hon.

[object Object]

Elin Hentze leggur í hesum sambandi dent á týdningin av almennum leigubústøðum.

- Almennir leigubústaðir skapa tryggleika og eru ein meira varandi loysn. At dúva uppá privata marknaðin er ov ótrygt, og gamlar, privatar kjallaraíbúðir eru óansæð ikki nøkur haldbær loysn í longdini. Ikki viss mann skal búgva har fast.

- Fyri Airbnb gestir eru privatar kjallaraíbúðir fínar, tí mann klárar saktans at vera í teimum í nakrar dagar uttan stórvegis trupulleikar. So uppá tann mátan hevur Airbnb verið ein gáva fyri føroyska samfelagið, og eg vóni ikki, at tað gongur ov long tíð, áðrenn Airbnb kemur fyri seg aftur, sigur Elin Hentze.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald