back-icon

05.07.2020 12:01

Korona er komið aftur - men Føroyar fara neyvan niður aftur í ferð

Í mars mánaði fór samfelagið niður í ferð eftir tann triðja skrásetta koronatilburðin, men í juni mánaði segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, at tað verður neyvan soleiðis nú, at alt samfelagið verður latið niður aftur, um vit aftur fáa trý smittaði

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)
05.07.2020 12:01 Jens Hákun Leo

Í dag komu tíðindini, at ein nýggjur koronatilburður varð staðfestur á flogvøllinum í gjár.

Tað er nærliggjandi at hugsa, at smittaði persónurin kom til landið við flogfari. Smittaði persónurin er nú avbyrgdur.

Spurningurin er nú, hvussu landsstýrið fer at reagera uppá hesi tíðindini.

Í mars mánaði fór samfelagið niður í ferð eftir tann triðja skrásetta koronatilburðin, men í juni mánaði segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, at tað verður neyvan soleiðis nú, at alt samfelagið verður latið niður aftur, um vit aftur fáa trý smittaði.

Les meira: Føroyar fara neyvan niður aftur í ferð um korona ger comeback

Løgmaður upplýsti í juni, at landsstýrið arbeiddi við at seta nøkur "scenario" upp um, hvussu tað skuldi bera seg at, um vit aftur fingu nýggjar tilburðir av korona í Føroyum.

- Vit hava lært eina rúgvu hesar mánaðirnar, og vit eru nógv betur før nú, enn vit kanska vóru tá, at handla so gott og so trygt sum til ber til tess at avbyrgja smittuna, segði løgmaður, sum eisini gjørdi greitt, at um so var, at smittan kom aftur til landið, so fór landsstýrið helst at handla eitt sindur øðrvísi, enn tað gjørdi í mars.

- Í mars róptu øll, "hvar er løgmaður, hvar er løgmaður, hví traðkar hann ikki fram". Tá søgdu vit, at "enn eru bara tvey smittaði í Føroyum", og onkur serfrøðingur vildi eisini vera við, at smittan ikki fór at koma til Føroya.

- Tá var tað, at vit søgdu "Ókey, tá tann triði persónurin verður smittaður, tá hava vit ein tíðindafund, har løgmaður traðkar fram". Og tað gjørdu vit so eisini tann sama morgunin, sum tann triði smittutilburðurin varð staðfestur.

- Men tað verður neyvan soleiðis nú, at vit fara at lata alt samfelagið niður, um vit aftur fáa trý smittaði, sló løgmaður fast í juni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald