Korona fær føroyingar at droppa Airbnb
Tað er okkurt, sum týðir uppá, at munandi færri føroyingar leiga út á netskipanini Airbnb í ár.

Tað er okkurt, sum týðir uppá, at munandi færri føroyingar leiga út á netskipanini Airbnb í ár.
Um hetta er so, so er hetta óivað eitt úrslit av koronakreppuni, sum rakti landið í mars mánaði, og sum framvegis ger sína ávirkan galdandi.
Frá 2015 til 2019 vaks talið á Airbnb-bústøðum í Føroyum annars við risafetum. Uppteljing hjá TAKS vísir, at talið á Airbnb-bústøðum tvífaldaðist hvørt ár í hesum tíðarskeiðnum.
Í oktober 2016 vórðu 178 føroyskir bústaðir leigaðir út á Airbnb, og við árslok 2018 var hetta talið 551.
Í løtuni eru umleið 300 føroyskir bústaðir á Airbnb.
Tað vóru eisini eini 300 føroysk tilboð á Airbnb í mars 2019 og í januar 2017, men tá varð ført fram, at hetta talið vanliga veksur, so hvørt sum summarið nærkast.
Hetta var, áðrenn korona broytti okkara gerandisdag.
Airbnb-bústaðir til vanligar føroyingar
At tað eftir øllum at døma haltar við Airbnb-bústøðum í Føroyum í løtuni, kemur vanligum føroyingum til góðar - í øllum førum fyribils. Í apríl í ár skrivaðu vit, at nógv fleiri bústaðir vóru komnir á leigumarknaðin í kjalarvørrinum av koronakreppuni.
Les meira: Korona elvir til íbúðarboom
Í apríl, ein góðan mánað eftir at Føroyar vóru farnar niður í ferð, vóru munandi fleiri uppsløg enn vanligt at síggja á heimasíðuni kitt.fo og á Facebooksíðuni "Føroyar, hús og íbúðir til leigu".
Hetta fekk tó ikki Elina Hentze, nevndarlim í áhugafelagnum Búgva, upp at flákra. Hon vísti á í apríl, at íbúðir ella hús, sum áður høvdu verið til leigu á Airbnb, nú helst vóru komin á vanliga leigumarknaðin av óvissuni, sum koronakreppan hevði elvt fyri millum annað ferðavinnuna.
Hetta fór bert at vera ein stokkuk gleði, væntaði hon.
Elin Hentze, nevndarlimur í áhugafelagnum Búgva (Savnsmynd)
- Vit síggja, at uppsløgini ofta leggja upp til stutttíðarleigu, 3-12 mánaðir ella kanska eitt sindur longur enn tað.
- Hetta er sjálvandi gott uppá stutt sikt, men her má framvegis nakað meira grundleggjandi á borðið, segði Elin Hentze í apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald