back-icon

11.08.2020 19:30

Korona fær ikki venjingarmiðstøðir at lata aftur

Yndi Fitness, Vælvera Fitness og Burn Fitness í Havn leggja øll dent á, at tey hava opið sum vant, og at tey halda tilmælini um reinføri og frástøðu

Burn Fitness (Savnsmynd)
11.08.2020 19:30 Jens Hákun Leo

Hesa síðstu vikuna hava 99 fólk fingið staðfest Covid-19 í Føroyum.

Hóast hesa sannroynd hava nógv støð valt at hava opið sum vanligt.

Harímillum eru fleiri venjingarmiðstøðir, sum upprunaliga valdu at lata aftur, tá ið korona av fyrstan tíð fór at gera um seg í landinum í mars mánaði.

Yndi Fitness, Vælvera Fitness og Burn Fitness í Havn leggja øll dent á, at tey hava opið sum vant, og at tey halda tilmælini um reinføri og frástøðu.

Tey í Yndi Fitness siga, at nú korona herjar aftur í landinum, hava tey verið og latið seg kanna hjá Thetis. Hetta gjørdu tey í síðstu viku, og tey ætla aftur at lata seg kanna í hesi vikuni, siga tey.

Tey í Vælveru Fitness leggja dent á, at nú smitta aftur er staðfest í Føroyum, er tað umráðandi, at fólk eru varin og ansa væl eftir hvørjum øðrum.

Vælvera heitir á limirnar hjá sær um at fylgja øllum tilmælunum frá heilsumynduleikinum viðvíkandi persónligum reinføri og frástøðu.

Jákup Súni Berg, stjóri í Burn Fitness, segði í apríl, tá ið Burn gjørdi av at lata upp aftur eftir ein longri koronasteðg, at steðgurin hevði kostað nógv fyri Burn.

- Tað hevur verið ein dyggur smeitur fyri okkum, at vit ikki hava kunnað havt opið, og hjálparpakkin frá landsstýrinum hjálpir bara eitt vist.

- Tí er tað nú uppá tíðina, at vit taka hetta stigið at lata upp aftur. Vit kunnu heldur ikki bara hava stongt fyri at hava stongt, tí tað kostar kassan, segði Jákup Súni Berg í apríl.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald