back-icon

10.04.2020 11:28

Korona fær ung at drekka minni

46,4% av teimum í aldursbólkinum 18-29 ár svara, at tey drekka minni rúsdrekka nú enn áðrenn korona, meðan 51,8% svara, at tey drekka nakað tað sama sum vant, vísir kanning hjá Spyr.fo

Mynd: Jens Kr. Vang
10.04.2020 11:28 Jens Hákun Leo

Næstan annarhvør í aldursbólkinum 18-29 ár drekkur minni rúsdrekka nú, enn áðrenn koronakreppan byrjaði.

Hetta er sambært eini kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin.

46,4 prosent av teimum ungu svara, at tey drekka minni rúsdrekka nú enn áðrenn korona, meðan 51,8 prosent svara, at tey drekka nakað tað sama sum vant. Einans 1,8 prosent svara, at tey drekka meira nú, enn tey plaga.

Samlað sæð fyri allar aldursbólkar, so drekka 23,1 prosent minni enn vant, meðan 68,8 prosent drekka nakað tað sama, sum tey plaga. Einans 8,2 prosent drekka meira, enn tey plaga.

500 fólk luttóku í kanningini, sum varð gjørd av Spyr.fo fyri Portalin mánadagin 6. apríl. 

Spyr.fo hevur umleið 5000 fólk í svarpanelinum, og tey spurdu verða tilvildarliga vald út, so býtið samsvarar við fólkið í mun til kyn, aldur og geografi.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald