back-icon

21.08.2020 18:22

Kunnu vónandi koppseta ímóti korona um eitt ár

Landslæknin sigur seg hava góðar vónir um, at farið kann verða undir at koppseta fólk ímóti koronavirusinum um eitt ár, kanska enntá áðrenn tað

21.08.2020 18:22 Jens Hákun Leo

Lars Fodgaard Møller, landslækni sigur seg hava góðar vónir um, at farið kann verða undir at koppseta fólk ímóti koronavirusinum um eitt ár, kanska enntá áðrenn tað.

Hetta sigur hann, nú heimskendi ríkmaðurin og annar av stovnarunum av Microsoft Corporation, Bill Gates, sum hevur stuðlað gransking av nógvum ymiskum slag, sigur at hann er bjartskygdur um vánirnar um, at ein koppseting ímóti koronvirusinum verður liðugt ment skjótt, og at heimurin sleppur av við koronasmittuna, tá vit skriva 2022. 

Lars Fodgaard Møller vísir á, at tað verður arbeitt dúgliga í løtuni við at finna eina koppseting ímóti Covid-19.

- Tað eru fleiri granskingarlið í heiminum, sum meina, at tey hava eitt koppsetingarevni skjótt, sum kann fara undir framleiðslu, og eg havi góðar vónir um, at vit kunnu fara undir at koppseta um eitt ár, kanska enntá áðrenn tað, sigur Lars Fodgaard Møller.

[object Object]

Lars Fodgaard Møller, landslækni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Í løtuni er sostatt alt, sum bendir á, at vit fáa eitt koppsetingarevni ímóti korona, áðrenn vit fáa floksimmunitet.

Hetta er eisini nakað, sum Lars Fodgaard Møller ásannar.

- Vit kunnu bara uppnáa floksimmunitet, við at 60-70 prosent av íbúgvunum fáa smittuna, og tað fer at hava við sær nógvar innleggingar og andlát.

- Har er eitt skuggatal, men ein varlig meting er, at 2 prosent av fólkunum í Føroyum hava havt Covid-19 higartil, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni.

Sambært teimum almennu tølunum hjá corona.fo, so hava 384 fólk fingið staðfest Covid-19 higartil í ár í Føroyum. 43 av hesum eru útlendingar, sum eru farnir av landinum aftur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald