back-icon

02.08.2020 18:15

Kurvabóltsleikarar í sóttarhaldi sleppa at roykja feitar

Amerikanskir kurvabóltsleikarar hava fingið loyvi at roykja feitar, so at teir ikki koma at keða seg alt ov nógv, nú teir skulu sita í sóttarhaldi í Disney World í Florida hesar næstu vikurnar

Mynd: Jim Poorten/Getty Images
02.08.2020 18:15 Jens Hákun Leo

Amerikanskir kurvabóltsleikarar hava fingið loyvi at roykja feitar, nú teir verða noyddir at uppihalda sær í Disney World í Florida hesar næstu vikurnar í sambandi við, at NBA-kappingin 2019/20 verður uppafturtikin næsta hósdag.

Allir dystirnir, sum eru eftir at leika í kappingini, skulu leikast í Disney World í Florida, og leikararnir hava ikki loyvi at fara út um økið ímillum dystirnar, og teir mugu heldur ikki koma í samband við familju, vinir og kenningar, so leingi sum kappingin er í gongd, skrivar Ekstra Bladet.

Kappingin endar ikki fyrr enn í oktober fyri tey liðini, sum koma longst, og fyri at leikararnir ikki skulu keða seg ov nógv í sóttarhaldinum, hava teir fingið loyvi at roykja kannabis.

Hetta heldur fyrrverandi NBA-leikarin Al Harrington, sum í dag eigur ein kannabishandil, vera heilt uppá sítt pláss.

- Tá mann hugsar um tað, so er tað nærum ómenniskjasligt fyri teir ikki at roykja hassj, sigur Harrington.

Fyriuttan at roykja kannabis og venja kurvabólt, so fáa leikararnir eisini tíðina at ganga við ymiskum øðrum aktivitetum. Teir spæla millum annað telduspøl, golf, flogbólt, borðtennis og mangt annað, skrivar Ekstra Bladet.

22 lið luttaka í NBA-kappingini í Disney World. Fyrst skulu dystirnir, sum eru eftir í grundspælinum, fáa frá hondini, áðrenn endaspælið byrjar. Síðsti dysturin í kappingini verður leiktur 13. oktober, átta dagar áðrenn næsta kappingarár eftir ætlan skuldi byrja. Næsta kappingarár byrjar væntandi ikki fyrr enn í desember.

NBA-kappingin fór í ein óavmarkaðan steðg fyrr í ár orsakað av koronafarsóttini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald