back-icon

11.07.2020 07:00

Kvinnuligur prestur heldur ólavsøkuprædikuna í ár

Tað er ikki so ofta, at kvinnuligir prestar halda ólavsøkuprædikuna. Marjun í Kálvalíð er bara tann triðja kvinnan hesi síðstu tíggju árini, ið fær høvi at halda ólavsøkuprædikuna

Marjun í Kálvalíð, prestur (Mynd: folkakirkjan.fo)
11.07.2020 07:00 Jens Hákun Leo

Tað verður Marjun í Kálvalíð, sóknarprestur í Vága Prestagjaldi, sum skal halda ólavsøkuprædikuna í ár.

Hetta upplýsir fólkakirkjan á heimasíðuni.

Tað er ikki so ofta, at kvinnuligir prestar halda ólavsøkuprædikuna. Marjun í Kálvalíð er bara tann triðja kvinnan hesi síðstu tíggju árini, ið fær høvi at halda ólavsøkuprædikuna.

Marjun varð vígd prestur at vera í 2013. Hennara fyrsta kall var í Norðstreymoyar og Vága prestagjaldi. Í september 2019 tók hon við embætinum í Vága prestagjaldi burturav, har hon røkir kallið saman við Ingu Poulsen Dam.

Ólavsøkuprædikur 2010-19

2019: Jens Mortan Mortensen, sóknarprestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi
2018: Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, sóknarprestur í Norðstreymoyar prestagjaldi
2017: Anne Mette Greve Klemensen, sóknarprestur í Fuglafjarðar prestagjaldi
2016: Derhard Jógvansson, sóknarprestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi
2015: Ann Dahl Hansen, sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi
2014: Theodor Eli Dam, sóknarprestur í Suðurstreymoyar norðara prestagjaldi
2013: Hanus á Gørðum, sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi
2012: Símun Persson Jacobsen, sóknarprestur í Sjóvar prestagjaldi
2011: David Johannesen, sóknarprestur í Vága prestagjaldi
2010: Uni Næs, dómpróstur

Tað er tann elsti av teimum yngru prestunum í embæti í føroysku fólkakirkjuni, ið ikki hevur prædikað á ólavsøku, ið prædikar ólavsøkudag.

Vegna Covid-19 og almennu tilmælini verður gudstænastan ólavsøkudag í ár øðrvísi enn vanligt. Inni í kirkjuni verða á hesum sinni einans tey, ið ganga skrúðgongu, kirkjutænarar, hjálparfólk og eitt kór, skrivar fólkakirkjan á heimasíðuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald