back-icon

30.06.2020 15:30

Kvørkratak við Sandá - nú er nevningatingið byrjað

Ein maður fyrst í 20-unum er ákærdur fyri drápsroynd, eftir at hann skal hava tikið kvørkratak um eina kvinnu í juni mánaði í fjør

(Savnsmynd)
30.06.2020 15:30 Jens Hákun Leo

Í gjár byrjaði nevningating um eina hending, sum fór fram tann 22. juni í fjør.

Ein maður fyrst í 20-unum er ákærdur fyri drápsroynd, eftir at hann skal hava tikið kvørkratak um eina kvinnu á gøtuni vestan fyri Sandá, sum er áin ímillum Havn og Argir.

Maðurin, sum er sjúklingur á psykiatrisku deild í Havn, skal hava lagt á eitt starvsfólk, sum gekk ein túr saman við honum á omanfyrinevndu gøtu.

Heri Andreasen, leiðari á kriminaldeildini, segði eftir hendingina í fjør, at patienturin leyp á starvsfólkið og tók kvørkratak.

Kvinnan fekk sjálv boðað frá álopinum, og løgreglan og sjúkrabilur komu á staðið. Fleiri vitni vóru til hendingina.

Kvinnan varð hareftir flutt á skaðastovuna, og hon varð sjúkrameldað í nakrar vikur eftir hendingina.

Les meira: Tók kvørkratak á starvsfólk á psykiatrisku deildini (portal.fo)

Nevningatingið fer fram á Hotel Hafnia, og fýra út av fimm arbeiðsdøgum í hesi vikuni eru settir av til tað.

14 fólk eru í nevningatinginum. Petur Even Djurhuus er verji hjá manninum, meðan Linda Margrethe Hesselberg umboðar ákæruvaldið.

Læknin, sum tók ímóti tí særdu kvinnuni, tá hon kom á skaðastovuna, var í rættinum í dag og vitnaði.

Tað sama var annar av løgreglumonnunum, sum kom á staðið, eftir at kvinnan hevði ringt 1-1-2, umframt ein yvirlækni og pápin hjá tí ákærda, sum greiddi frá lívssøguni hjá soninum. 

Í gjár fekk nevningatingið høvi at hoyra 1-1-2 uppkallið hjá tí særdu kvinnuni. Samrøðan vardi í seks minuttir.

Í dag fekk nevningatingið so høvi at síggja myndir av kvinnuni, eftir at hon var komin á skaðastovuna.

Maðurin, sum skal hava framt drápsroyndina, er ákærdur eftir grein 244 og 245 í revsilógini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald