back-icon

06.09.2020 19:56

Kylie omanfyri øll hini

23 ára gamla Kylie Jenner ger tað gott. Sambært Forbes tjenti hon 3,7 milliardir seinasta árið

(Mynd: Kylie Jenner / Instagram / Vogue)
06.09.2020 19:56 Hvat.fo

Yngsta Kardashian-systurin, 23 ára gaml Kylie Jenner hevur tjent 590 milliónir dollarar seinasta árið. 3,7 milliardir danskar krónur.

Hetta vísir nýggjasta uppgerðin hjá amerikanska vinnublaðnum Forbes, sum hevur gjørt lista yvir kendu sum tjena mest í heiminum. Á listanum eru ítróttarstjørnir, sangarar, sjónvarpsvertir og sjónleikarar.

[object Object](Mynd: Kylie Jenner / Instagram)

Sambært Forbes er sølan av 51 prosentum av Kylie Cosmetics, sum ger, at Kylie Jenner tekur fyrsta plássið.

Annað plássið á hesum listanum fer til ein í somu familju, nevniliga svágin Kanye West. Hann er giftur við systir Kylie, Kim Kardashian. Hann hevur seinasta árið forvunnið 170 milliónir dollarar, sum eru knappar 1,1 milliardir krónur.

[object Object]Kim Kardashian og Kanye West (Mynd: EPA) 

Triðja plássið eigur tennisstjørnan Roger Federer og síðani koma Christiano Ronaldo og Lionel Messi.

Tilsamans tjentu best samsýntu kendu persónarnir 6,1 milliardir dollarar seinasta árið, altso 38 milliardir krónur. Tað er 200 millónir dollarar minni enn í árið fyri, og sambært Forbes er koronafarsóttin orsøkin.

Síggj allan listan her (Forbes.com)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald