back-icon

04.06.2020 20:00

Landið stuðlar náttklubbum í Havn

Fleiri feløg, sum reka náttklubbavirksemi í Havn, hava fingið covid-19 stuðul til fastar útreiðslur frá landinum

(Mynd: Basecamp, Tórshavn)
04.06.2020 20:00 Jens Hákun Leo

Fleiri feløg, sum reka náttklubbavirksemi í Havn, hava fingið covid-19 stuðul til fastar útreiðslur frá landinum.

Hetta vísir innlit frá Taks.

Sp/f Tatanka, sum rekur Bassalt, hevur fingið 214.012 krónur í stuðuli, meðan Sp/f Glitnir, sum rekur Glitnir, hevur fingið 120.000 krónur í stuðuli.

Sp/f Sea, sum rekur Essabarr, hevur fingið 94.117 krónur í stuðuli, meðan Sp/f 11 Pluss, sum rekur Basecamp, hevur fingið 77.890 krónur í stuðuli.

Ívf Taboo, sum rekur Taboo, hevur fingið 76.465 krónur í stuðuli.

Harumframt hava eisini Sp/f Nordurrás, Sp/f Berg Hestar, Sp/f Staðið, Sp/f Heimdaltours og Sp/f Hans Joensen á Hálsi fingið covid-19 stuðul til fastar útreiðslur.

Yvirlitið yvir feløg, sum hava søkt um covid-19 stuðul til fastar útreiðslur, verður dagført seinni, upplýsir Taks.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald