back-icon

03.10.2022 19:48

Leita eftir støkum føroyskum monnum

Framleiðslufelagið Blu leitar eftir føroyskum monnum til kærleikssending

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
03.10.2022 19:48 Sverri Egholm

Ert tú stakur, millum 25 og 40 ár og búsitandi í Føroyum? So ert tú møguliga tann rætti til eina kærleikssending, sum danska Blu fer at framleiða.

- Vit leita eftir tær, sum hevur alt uttan tí einastu einu. Til eina kærleikssending leita vit eftir støkum monnum, sum eru klárir at finna kærleikan og kanska tí einastu einu, skrivar Blu í einari lýsing á Facebooksíðuni “Færinger”.

Tey sum ynskja at vita meira, kunnu venda sær til [email protected].

[object Object](Mynd: Blu)

Tað skuldi verið lætt at funnið hesar menninar, tí í Føroyum búgva væl fleiri mannfólk enn konufólk. Sambært nýggjastu tølunum frá Hagstovuni búðu tað í august 28.108 menn og 26.092 kvinnur í Føroyum. Altso gott 2000 fleiri mannfólk enn konufólk.

Blu stendur fyri framleiðsluni av fleiri donskum sendingum. X Factor er eitt, men eisini kærleikssendingarnar “Landman søger kærlighed”, “Kærlighed hvor kragerne vender”, og “Fem fyre flytter ind” eru framleiddar av Blu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald