Liðugt millum Teit og Christel
Singletown sum skuldi styrkja um parlagið, gjørdi tað øvugta

Tað hevur verið friðarligt hjá havnarmanninum Teiti Skoubo og Christel Trubka um teirra parlag eftir, at síðsti parturin av Singletown varð vístur á stroymingartænastuni Dplay.
Men í dag boða tey bæði frá, at tað er liðugt teirra millum, men at tey framvegis eru góðir vinir.
- Fyri hálvum øðrum mánaði síðani tosaðu vit um parlagið, og gjørdust samd um, at vit ikki skulu vera saman meira. Vit hava tað framvegis gott saman, og eru góð við hvønn annan, skrivar Teitur Skoubo á Instagram.
(Mynd: Christel Trubka / Instagram)
Á Reality Awards-tiltakinum í januar í ár kunngjørdu tey parlagið teirra millum, men tað hevur ikki bara verið ein dansur á rósum.
Í summar luttóku tey í realitysendingini Singletown fyri at trýstroyna parlagið. Tey fóru avstað aftur saman, men nú er tað altso liðugt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald