back-icon

12.06.2020 16:46

Løgmaður ikki mist mótið av lemjandi mótstøðu í tinginum

Bara nakrir fáir tinglimir hava givið til kennar, at teir taka undir við uppskotinum um at tvinga matstovur og skeinkistøð at lata aftur eitt ávíst klokkuslett

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)
12.06.2020 16:46 Jens Hákun Leo

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, er eftir øllum at døma høvuðsarkitekturin handan uppskotið um at tvinga matstovur og skeinkistøð at lata aftur eitt ávíst klokkuslett.

1. viðgerð er í dag av umstrídda uppskotinum hjá Helga Abarahamsen, vinnumálaráðharra.

Undirtøka sær ikki út til at vera fyri uppskotinum. Hvørki í samgonguni ella í andstøðuni. Bara nakrir fáir tinglimir hava givið til kennar, at teir taka undir við uppskotinum.

Uppskotið fer nú í vinnunevndina, og vit spurdu í hesum sambandi løgmann, hvat vit kunnu vænta av viðgerðini í vinnunevndini.

Løgmaður sigur, at hann hevur eina vón um, at viðgerðin í vinnunevndini fer at broyta fatanina hjá tinglimum av uppskotinum. Hann viðurkennir samstundis, at uppskotið ikki hevur fingið eina so góða viðferð higartil frá tinglimum.

- Viðgerðin, sum hevur verið her í dag, og tann, sum vit hava sæð í fjølmiðlunum frammanundan við útmeldingum frá tinglimum, hevur ikki givið hesum uppskotinum eina so góða viðferð.

- Men nú lat okkum nú síggja, tá vinnunevndin hevur fingið viðgjørt málið, og tá hon hevur fingið allar upplýsingarnar frá teimum somu myndugleikunum, sum eg havi fingið upplýsingarnar frá.

- So hava tey í vinnunevndini í hvussu er ta somu vitanina, sum eg havi. Eg havi eina vón um, at tað fer at broyta teirra hugsan um hetta uppskotið, soleiðis at mann kann geva landsstýrismanninum heimild til at handla, um so er, at tað fer at ganga galið, sigur løgmaður.

Í vinnunevndini sita Bjørt Samuelsen (E), Bjarni Hammer (C), Henrik Old (C), Bjarni Kárason Petersen (F), Beinir Johannesen (A), Jákup Mikkelsen (A) og Johan Dahl (B).

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald