back-icon

20.08.2020 14:51

Løgreglan send út til jarðarferð í Aarhus - ov nógv fólk savnaði

Danska løgreglan legði seg seinnapartin út í eina jarðarferð í Aarhus. Orsøkin var, at ov nógv fólk vóru komin saman til jarðarferðina, sum fór fram í einum kirkjugarði í býnum

Mynd: Jyllands-Posten
20.08.2020 14:51 Jens Hákun Leo

Danska løgreglan legði seg seinnapartin út í eina jarðarferð í Aarhus.

Orsøkin var, at ov nógv fólk vóru komin saman til jarðarferðina, sum fór fram í einum kirkjugarði í býnum, skrivar TV2.

- Vit eru í løtuni til staðar við Vestre Kirkegård í Aarhus í sambandi við eina jarðarferð, sum eftir ætlan skal byrja klokkan 14. Í løtuni eru ov nógv fólk savnaði, og vit royna at fáa talið á luttakarum niður, so at jarðarferðin kann fara fram undir galdandi reglum, skrivar Østjyllands Politi á Twitter.

Í mesta lagi 200 fólk hava loyvi at savnast til jarðarferðir í Danmark.

Inntil nýliga hava jarðarferðir og líknandi tiltøk verið undantikin regluna um savningarforboð í Danmark, men hetta varð broytt í síðstu viku, skrivar TV2.

Í Føroyum kunnu í mesta lagi 100 fólk savnast - við frástøðu.

Jyllands-Posten skrivar eisini um jarðarferðina í Aarhus í dag. Sambært Jyllands-posten vóru umleið 400 fólk savnaði til jarðarferðina.

Løgreglan heitti á imamin, sum skipaði fyri jarðarferðini, at fáa fólk at standa saman í smærri bólkum, men fólk hildu fram við at stúgvast saman, skrivar Jyllands-Posten.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald