back-icon

03.06.2020 12:48

Løgreglan sleppur at nýta gass og piparspray

Nýggja politilógin staðfestir, at løgreglan hevur heimild at nýta vald, tá tað verður mett at vera neyðugt

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
03.06.2020 12:48 Jens Hákun Leo

Alt bendir á, at Føroyar fáa eina nýggja politilóg fyri fyrstu ferð síðan 1894.

Eitt uppskot til ríkislógartilmæli var í gjár til 2. viðgerð í løgtinginum, og har atkvøddu 17 tinglimir - trettan úr samgonguni og fýra úr andstøðuni - fyri uppskotinum. Seks tinglimir, allir úr Tjóðveldi, atkvøddu ímóti

Landsstýrið hevur biðið løgmálaráðið í Danmark um at fáa sett í gildi fyri Føroyar lóg nummar 444 frá 9. juni 2004 um "politiets virksomhed", tað er politilógin. Galdandi lóggáva er gomul, og tørvur er á at dagføra hesa og fáa eina meira tíðarhóskandi lóggávu, sigur landsstýrið.

Galdandi lóg um Føroya Politi er frá 1894. Hon hevur støði í gomlum politilógum ávikavist frá 1863 um Keypmannahavnar Politi og frá 1871 um Politiið uttanfyri Keypmannahavn, og sum líka inntil 2004 framvegis á fleiri økjum vóru grundarlagið fyri virkseminum hjá politinum í Danmark.

Nýggja politilógin staðfestir, at løgreglan hevur heimild at nýta vald, tá tað verður mett at vera neyðugt. Lógin staðfestir, at løgreglan hevur heimild at nýta skotvápn, stav, hundar, gass og piparspray. Harumframt ger lógin eisini greitt, at løgreglan kann senda boð eftir donsku verjuni í serligum førum.

Rættartrygdin í hásæti

Meirilutin í rættarnevndini heldur, at politilógin fer at økja um rættartrygdina hjá borgarum.

- Í mongum førum er ítøkiliga virksemið hjá løgregluni ikki beinleiðis lógarregulerað. Heimildin, sum hevur verið brúkt higartil, hevur ofta verið grein 108 í rættargangslógini. Henda lógargrein er púra óítøkilig viðvíkjandi materiellu heimildini hjá løgregluni.

- Løgreglan hevur víðar heimildir til inntriv mótvegis borgarum. Eisini í teimum førum, har einki lógarbrot er fram, men tá tað snýr seg um at fyribyrgja, at brot henda. Løreglan hevur eisini hópin av øðrum uppgávum vegna aðrar myndugleikar, og arbeiðsuppgávurnar eru soleiðis háttaðar, at tað ofta kann gerast neyðugt at nýta valda mótvegis borgara, alt fyri at kunna útinna hesar uppgávur.

- Tí er av stórum týdningi, at hesi inntriv verða meira ítøkiliga lógarregulerað, enn tey eru í dag. Uppskotið inniheldur ítøkiligar reglur um tað virksemi, sum løgreglan útinnir í dagliga arbeiði sínum, undir hesum í hvønn mun løgreglan kann nýta vald og vápn v.m. í sínum virksemi til tess at tryggja lóg og landsskil, sigur meirilutin í rættarnevndini.

- Danir skulu ikki hava heimildir

Minnilutin í rættarnevndini er ikki so fegin um nýggju politilógina.

Tjóðveldistingkvinnurnar Sirið Stenberg og Hervør Pálsdóttir, sum umboða minnilutan í rættarnevndini, mæla staðiliga frá, at løgtingið samtykkir lóggávu, sum gevur donsku løgregluni heimildir mótvegis føroyingum.

- Hesar heimildir eru millum annað at likamskanna fólk, at steðga savningum av fólki, at gera hvussu skotvápn kunnu brúkast, at gera av hvussu stavar kunnu brúkast móti fólki, at gera av hvussu hundar kunnu brúkast, brúka gass og piparspray og annað, sigur minnilutin í rættarnevndini.

Minniliutin í rættarnevndini er heldur ikki so fegin um ásetingina, um at løgreglan kann senda boð eftir donsku verjuni, tí at hetta gongur sambært honum beint ímóti tí, sum løgtingið hevur samtykt, um at Føroyar eru hernaðarfrítt øki.

Minnilutin leggur afturat, at løgtingið eigur at virka fyri, at vit fáa løgregluna undir føroyskt málsræði. 

3. viðgerð av uppskotinum um politilógina verður eftir ætlan í morgin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald