back-icon

13.09.2020 21:01

Løgtingslimur í hornatøkum við kyndilsmenn

Tríggir mans skulu til fyri at halda Beiniri Johannesen

(Mynd: Jens Kr. Vang)
13.09.2020 21:01 Sverri Egholm

Beinir Johannesen hevur spælt við Team Klaksvík seinastu árini, og tað, at hann nú situr í løgtinginum, forðar honum ikki at fara til makrónurnar.

Tað sæst á myndunum, sum Jens Kristian Vang, tók til dystin millum Team Klaksvík og Kyndil seinnapartin. Kyndilsmenn vóru við yvirlutan og vunnu dystin 25-23, men stríðsviljin løgtingsmanninum liggur ikki eftir. Beinir er á dómaraseðlinum frá dystinum í dag skrásettur fyri trý mál.

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

Beinir Johannesen varð fyrst valdur hjá Fólkaflokkinum til løgtingsvalið í fjør, og fekk 998 atkvøður. Umframt tað, situr hann eisini í býráðnum í Klaksvíkar kommunu.

Øll myndarøðin sæst á Portalinum her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald