back-icon

26.03.2020 11:30

Lutfalsliga flest smittað í Norðoyggjum

Í Norðoyggjum hava 34 fólk fingið staðfest smittuna higartil. Hetta merkir sambært korona.fo, at 548 fólk eru smittað fyri hvørjar 100.000 íbúgvar

Mynd: Pól Sundskarð
26.03.2020 11:30 Jens Hákun Leo

Heimasíðan Korona.fo hevur eina røð av hagtølum í hesum døgum í sambandi við koronasmittuna.

Heimasíðan ger millum annað upp, hvørji øki eru lutfalsliga harðast rakt av smittuni.

Í Norðoyggjum hava 34 fólk fingið staðfest smittuna higartil. Hetta merkir sambært korona.fo, at 548 fólk eru smittað fyri hvørjar 100.000 íbúgvar.

Suðurstreymoy er næstharðast rakt av smittuni. Har hava 72 fólk fingið staðfest smittuna higartil, tað eru 343 smittað fyri hvørjar 100.000 íbúgvar.

Hareftir koma Vágar, Eysturoy og so hini økini, har so mikið fá eru smittað, at tað ikki kemur við í yvirlitið.

Hesi tølini eru seinast dagførd í gjárkvøldið klokkan 19, tað er áðrenn nýggjastu tølini í morgun.

1. Norðoyggjar 34 fólk, 548 fólk/100.000
2. Suðurstreymoy 72 fólk, 343 fólk/100.000
3. Vágar 8 fólk, 238 fólk/100.000
4. Eysturoy 14 fólk, 119 fólk/100.000
5. Norðstreymoy * (tøl undir 3 verða ikki kunngjørd)
6. Sandoy * (tøl undir 3 verða ikki kunngjørd)
7. Suðuroy * (tøl undir 3 verða ikki kunngjørd)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald