Luux steingir fyri í ár
Nýggju tilmælini noyða Luux at stonga restina av árinum
Luux letur ikki upp aftur í ár. Hesum boðar dansistaðið frá á Facebook í kvøld.
- Eftir tíðindafundin mánadagin og nýggi tilmælini um ikki at hava opið eftir klokkan 22, velja vit at lata dyrnar aftur fyri í ár. Hetta er ein svár tíð hjá náttarlívinum, men vit vóna at tað skjótt broytist, sigur Luux í stuttu boðunum á Facebook.
Roknast kann við at onnur dansistøð, sum vanliga bara hava opið seint á kvøldið og um náttina eisini lata aftur fyribils. Hetta er eisini tað, sum landsstýrið leggur upp til við nýggju tilmælunum eins og tað bleiv gjørt í vár.
Tað var mánadagin at Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, kunngjørdi, at matstovur og skeinkistøð skuldu lata aftur klokkan 22. Hetta fyri at forða smittuspjaðing í samfelagnum, nú nógvir útisetar koma til Føroya at halda jól.
Landið letur fíggjarliga hjálp við hjálparpakka trý, sum matstovur og skeinkistøð eru fevnd av.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald