Mær dámar at flyta mørk
- Eg veit, at øllum ikki dáma slíkar myndir, men eg haldi, at tær eru sensuellar og lýsa kvinnukroppin, sigur 25 ára gamla Annika Sigurðsdóttir
Annika Sigurðsdóttir úr Havn ger um seg á Instagram. Hon arbeiðir javnan sum modell, og í nógvum førum stendur hon meira ella minni nakin frammanfyri myndatólinum.
- Eg veit, at øllum ikki dáma slíkar myndir, men sjálv haldi eg ikki at myndirnar eru “fúlar”, - heldur eru tær sensuellar og lýsa tær kvinnukroppin, sigur Annika Sigurðsdóttir um myndirnar.
(Mynd: Jan Holm Christensen / janholmc)
(Mynd: FLASHnMODELS)
Seinastu árini hevur hetta við myndum vundið uppá seg hjá 25 ára gomlu Anniku, sum býr í Keypmannahavn. Síðani hon flutti til Danmarkar at lesa, hevur hon verið íðin á sosiala miðlinum Instagram, og lagt myndir út frá venjingum í fitnesshølum. Tað fekk onkra fyritøku at senda Anniku klæðir afturfyri, at hon legði mynd út, har hon var í ávísum klædnamerki. Í Svøríki hevur hon verið partur av videolagi hjá einum vinmanni umframt, at hon hevur staðið modell fyri Miriam&Janus. Hetta gav eisini blóð á tonna til meira.
(Mynd: Miriam&Janus)
- Alt hetta gjørdi, at eg sjálv setti meg í samband við ein fotograf í Danmark, og nakrar av myndunum, sum komu burturúr, legði eg út á Instagram. Eftir tað fekk eg boð frá ymiskum fotografum, um eg hevði hug at standa modell fyri teir. Í fyrstuni fekk eg ikki løn, men ferðaútreiðslurnar goldnar, so man kann siga, at eg gjørdi tað av egnum áhuga.
- Eg helt tað vera stuttligt, øðrvísi og eitt sindur vágið fyri meg sjálva. Í dag fái eg løn fyri myndatøkurnar, og tað er at rokna sum parttíðarstarv.
(Mynd: FLASHnMODELS)
Fitness fyllir nógv
Annika Sigurðsdóttir arbeiðir til dagligt í Sats venjingarmiðstøðini, og hevur altíð íðka nógvan ítrótt. Í 2017 luttók hon í bodyfitness í donsku kappingini “Newcomers” og sama ár eisini í “Fitness Føroyar”.
- Eg havi altíð vant nógvan ítrótt, eitt nú hondbólt, rógving og fitness. Serliga hevur fitness fylgt nógv, síðan eg fór til Danmarkar at lesa.
Annika hevur ikki gjørt sær teir stóru tankarnar um arbeiðið sum modell, men hon ætlar sær at gera tað so leingi hon heldur tað er stuttligt.
(Mynd: FLASHnMODELS)
- Mær dámar væl at útfordra meg sjálva, flyta mørk og ikki vera og gera tað sama sum øll hini. Heldur vera eitt sindur øðrvísi, og gera tað mær dámar, og ikki hugsa um, hvat øll onnur halda og hugsa. Mær dámar at skilja meg út frá mongdini, kann man gott siga, greiðir Annika Sigurðsdóttir frá.
(Mynd: Jan Holm Christensen / janholmc)
Føroyingar skjótir at døma onnur
Hetta er nakað sum letur seg betri gera í Danmark enn her heima í Føroyum. Hon heldur, at í Føroyum eru fólk skjót at tosa um og døma onnur.
- Mær dámar væl ymiskleikan og haldi, at tað vildi verið óintrissant um øll vóru eins. Hetta ber nokk betur til í Danmark, heldur enn í Føroyum, har man er bangin fyri at traðka út um vanligu karmarnir, tí fólk eru so skjót at tosa og døma onnur - men hvat vildi verðin ikki verið óintrissant, um vit øll vóru eins, sigur Annika Sigurðsdóttir.
- Eg geri tað, so leingi eg haldi tað er stuttligt, so fáa vit at síggja, hvat tað endar við, sigur Annika Sigurðsdóttir.
(Mynd: Kiehn Nikolajsen / hot_spot_photography)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald