back-icon

26.06.2020 09:33

Mál um blygdanarskemd fyri afturlatnum hurðum

Ein 35 ára gamal maður er ákærdur fyri at hava havt samlegu við barn, sum er yngri enn 15 ár

Føroya Rættur (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
26.06.2020 09:33 Jens Hákun Leo

Eitt mál um blygdanarskemd er í dag fyri í Føroya Rætti.

Rættarfundurin byrjaði klokkan 09, og ákærin legði út við at biðja um, at málið skuldi fara fram fyri afturlatnum hurðum. Hesum hevði verjin einki ímóti. Dómarin greiddi frá, at tað eru serligar umstøður, sum gera, at hetta verður mett neyðugt.

Sostatt er málið fyri afturlatnum hurðum.

Talan er um ein 35 ára gamlan mann, sum er ákærdur fyri at hava havt samlegu við barn, sum er yngri enn 15 ár.

Hetta skal vera hent í 2017, tá ið gentan var 12 ára gomul. Maðurin er ákærdur eftir grein 222 og 225 í revsilógini, og hann kann verða dømdur upp í seks ára fongsul.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald