back-icon

18.04.2020 15:40

Matstovur í Havn lata upp aftur

Í gjár lótu tær báðar fyrstu matstovurnar í miðbýnum í Havn upp aftur, eftir at koronakreppan byrjaði í mars

18.04.2020 15:40 Jens Hákun Leo

Angus Steakhouse og Irish Pub valdu at steingja nakrar dagar, eftir at samfelagið fór niður í ferð í mars, men í gjár lótu hesar báðar matstovurnar so dyrnar upp aftur.

Fólk hava tikið væl ímóti hesum, og bæði í Angus og Irish hevur eitt sindur av fólki verið og etið, verður upplýst.

Støðini fylgja tilráðingunum frá myndugleikunum um reinføri og um ikki at loyva ov nógvum fólkum at vera inni í senn.

- Undirtøkan hevur verið fín, og talið á teimum, sum hava verið her og etið, hevur livað upp til tað, sum vit settu okkum fyri, sigur Tóki Skeel, stjóri í Angus Steakhouse.

Hann upplýsir, at kapasiteturin í Angus í løtuni er ein triðingur av tí, sum hann er vanliga. Soleiðis má tað vera í eina tíð fram.

- Virksemið hjá okkum er skert, men vit vilja halda okkum til tilmælini frá myndugleikunum.

- Tá tað er sagt, so var tíðin nú komin til at lata upp aftur, og nú ræður so um at finna eina javnvág ímillum tilráðingarnar, sum eru, og so at halda virksemið koyrandi.

- Vit fara at halda hesi tilmælini, so leingi sum tað er neyðugt, og fyribils fara vit at royna hetta, sum vit nú gera, í eina tíð fram, sigur Tóki Skeel.

Í Irish Pub hava tey eisini latið dyrnar upp aftur.

- Vit fylgja tilráðingunum frá heilsumyndugleikunum, og tí er avmarkað atgongd.

- Vit hava havt nakað av fólki inni í gjár, men tann mesta sølan hevur tó verið take-away, siga tey í Irish Pub.

Sum skilst fara fleiri matstovur í Havn at lata upp aftur í vikuni, sum stendur fyri framman.

Fyrr í vikuni lótu handlarnir í SMS upp aftur, harundir Burger King, Sunset Boulevard og Hornið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald