back-icon

31.03.2020 17:05

Meira lív í Reykjavík enn í havnargøtum

Íslendingar hava ikki sett líka strong tiltøk í verk ímóti koronasmittuni sum føroyingar

31.03.2020 17:05 Jens Hákun Leo

Í Íslandi hava tey valt at fara eitt sindur øðrvísi í hernað ímóti koronavirusinum enn í Føroyum og Danmark.

Nógvir skúlar og barnagarðar hava framvegis opið, meðan fólk enn ikki hava fingið áheitanir frá stjórnini um at arbeiða heimanifrá.

Harumframt hava íslendingar loyvi at savnast í bólkum upp til 20 fólk. Í Føroyum og Danmark er hetta talið 10 (í Føroyum er talan um eina tilráðing).

Petur Petersen, sendiharri í Íslandi, vísir á at íslendingar ikki hava sett eins strong tiltøk í verk ímóti koronasmittuni og onnur Norðurlond. Teir hava heldur hinvegin lagt dent á at fáa stýr á smittiketuna, sum sendiharrin málber seg.

- Tað hevur ikki verið "antin eller". Summir skúlar og barnagarðar í landinum hava latið aftur, serliga í Reykjavíkarøkinum sum er tað stóra smittuøkið, men tað er ikki, tí at myndugleikarnir hava kravt hetta.

- Mann hevur latið smittuna bestemma, skilt á tann hátt at tá ov nógv eru blivin smittað í einum skúla, so hevur mann latið skúlan aftur.

- Tað vil siga, at í staðin fyri at lata allar skúlar aftur beinanvegin, so letur mann teir aftur, so hvørt sum virusið spjaðir seg, sigur sendiharrin.

Petur Petersen sigur víðari, at mann enn sær nógv fólk úti á gøtuni í Reykjavík.

- Tað er meira lív á Laugavegi, enn tað er í havnargøtum, fyri at siga tað soleiðis. Barrir og matstovur hava ikki opið fyri tíðina, men fólk fara framvegis til arbeiðis sum vant. Tey hava ikki fingið boð um nakað annað, so enn fara tey út um morgnarnar.

- Annars ganga íslendingar øgiliga høgt uppí hetta her við at halda frástøðu uppá tveir metrar. Millum annað tá ið teir eru til arbeiðis, og tá ið teir eru í Bónus og handla.

- So tað er als ikki soleiðis, at íslendingar taka lætt uppá stríðið ímóti koronavirusinum, leggur sendiharrin afturat.

Ísland hevur ikki latið aftur fyri umheiminum, eins og Danmark hevur gjørt, men tað er ógvuliga avmarkað, hvussu nógv flogfør koma til Keflavíkar í hesum døgum. Hetta gongur sum vera man út yvir ferða- og tænastuvinnuna í landinum.

- Tað er framvegis frítt at koma inn og út úr landinum, men hyggur tú á heimasíðuna hjá flogvøllinum í Keflavík, so sært tú, at har eru øgiliga nógvar avlýsingar. Millum annað úr USA.

- Hetta er ikki gott fyri ferðavinnuna, sum er ein av týdningarmestu grundsúlunum í íslendska búskapinum, slær Petur Petersen fast.

1.135 fólk hava fingið staðfest Covid-19 í Íslandi higartil. Tvey av hesum eru deyð. Í Føroyum hava 169 fólk fingið staðfest Covid-19 higartil.

Lutfalsliga merkir hetta, at talið á teimum, sum hava fingið staðfest koronavirus higartil, er eitt sindur hægri í Føroyum enn í Íslandi.

Í Íslandi er talið sambært Worldometers 3.326 fólk per eina millión íbúgvar, meðan í Føroyum er talið 3.459 fólk per eina millión íbúgvar.

Grein dagførd 03. apríl 2020

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald