back-icon

22.02.2021 13:29

Melvin Kakooza kortini ikki vertur í X Factor

Hann hevur fingið staðfest heilaknykil í nakkanum

Sofie Linde og Melvin Kakooza (Mynd: Herognu.dk)
22.02.2021 13:29 Hvat.fo

Eftir ætlan skuldi tað vera danski skemtarin Melvin Kakooza, sum skuldi leiða hyggjararnar av X Factor gjøgnum fyrstu beinleiðis sendingina fríggjakvøldið.

Men nú er greitt, at ein annar vertur skal finnast. Melvin Kakooza hevur verið undir læknahond, og fingið staðfest ein heilaknykil í nakkanum. Tað vísir seg, at talan er um ein góðkynjaðan svull, sum er tikin burtur, upplýsir umboðsmaðurin hjá Melvin, Jacob Riis, fyri tv2.dk.

29 ára gamli Melvin Kaooza hevur verið við á síðulinjuni til bootcamp-sendingarnar, sum hava verið vístar seinastu vikurnar, og skuldi í beinleiðis sendingunum avloysa Sofie Linde, sum fyri stuttari tíð síðani gjørdist mamma á øðrum sinni, og er farin í barnsburðarfarloyvi.

Enn hevur TV2 ikki kunngjørt nýggjan vert til sendingina, sum altso verður fríggjakvøldið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald