back-icon

26.06.2020 18:00

Mette Frederiksen útsetur sítt egna brúdleyp fyri aðru ferð

Mette Frederiksen og Bo Tengberg skuldu giftast í juli, men hetta var, áðrenn Mette Frederiksen fekk eina fundarinnkalling úr Brússel.

Mynd: Mette Frederiksen, Facebook
26.06.2020 18:00 Jens Hákun Leo

Tað gongur heldur striltið hjá danska forsætisráðharranum Mette Frederiksen at blíva gift við unnustanum Bo Tengberg.

Í tveimum umførum hava hon og unnustin ætlað sær at giftast, men í báðum førunum hava tey verið noydd at útseta.

Í báðum førunum hevur tað verið politikkurin, sum hevur órógvað ætlanirnar hjá teimum.

Mette Frederiksen og Bo Tengbjerg skuldu upprunaliga giftast síðsta summar, men tá valdu tey at útseta, tí at Lars Løkke Rasmussen, táverandi forsætisráðharri, ikki skrivaði út val fyrr enn í síðstu løtu.

Parið vildi tá sleppa undan, at brúdleypið og valið skuldu fella saman, skrivar DR.

Hesaferð er tað ein ES-toppfundur, sum ger, at Mette Frederiksen og Bo Tengbjerg aftur hava valt at útseta teirra egna brúdleyp.

Hetta avdúkar danski forsætisráðharrin á sínum Facebook-vanga.

Mette Frederiksen og Bo Tengbjerg skuldu giftast í juli, men hetta var, áðrenn fyrrnevnda fekk eina fundarinnkalling úr Brússel.

Danski forsætisráðharrin fellur tó ikki í fátt. Hon ger greitt, at hon og unnustin nokk skulu blíva gift skjótt.

- Eg gleði meg so nógv at giftast við hesum fantastiska manninum. Men heilt lætt skal tað opinbart ikki vera, og nú er so ein innkalling komin til ein Ráðsfund í Brússel akkurát tann leygdagin í juli, tá vit høvdu ætlað at halda okkara brúdleyp. Øv.

- Men eg skal jú passa mítt arbeiði og røkja áhugamálini hjá Danmark. Tískil mugu vit enn einaferð broyta okkara ætlanir.

- Størstur av øllum er tó kærleikin. Og tað skal nokk eydnast okkum at verða gift skjótt. Eg gleði meg at siga ja við Bo (sum tíbetur er sera tolin), skrivar Mette Frederiksen á Facebook.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald