back-icon

06.09.2021 20:00

Morgunsendingin bjóðar føroyingum til Macarena-dans

Tað eru 25 ár síðani at sangurin Macarena kom á hittlistarnar. Nú heitir Góðan morgun Føroyar á føroyingar at senda videobrot inn, har tað verður dansað

Rannvá Gaard Fossaberg, vertur í Góðan Morgun Føroyum, roynir seg við Macarena dansi (Skíggjamynd: KvF)
06.09.2021 20:00 Hvat.fo

Tú kennir uttan iva sangin, og kanska kennir tú dansin sum hoyrir til eisini.

Í sambandi við, at tað eru 25 ár síðani, at lagið Macarena kom á hittlistarnar heitir Góðan morgun Føroyar í útvarpinum á føroyingar um at senda videobrot inn, har tey dansa Macarena.

Upptøkan skal sendast til [email protected] ella í einum boðum á Facebook.

Tey á redaktiónini hjá morgunsendingini umframt nøkur onnur útvarpsfólk tóku av avbjóðingini fyri at vísa hvussu tað skal gerast. Hjá onkrum liggur væl fyri, hjá øðrum minni væl.

Síggj videobrotið her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald