back-icon

13.04.2020 17:18

Myndir: Sonja í oyðimørkini í Vegas

Serstøk myndatøka í oyðimørkini við nýggju útgávuni av svimjiklæðum hjá OW Intimates. Sonja Davidsen, sum eigur fyritøkuna, er sjálv modell

(Mynd: OW Intimates)
13.04.2020 17:18 Hvat.fo

Navnið Sonja Davidsen hevur tú helst hoyrt áður seinastu árini. Hon er modell, og saman við øðrum eigur og rekur hon klædnamerkið OW Intimates, og so er hon eisini úr Miðvági.

Myndirnar niðanfyri eru frá heldur serstakari myndatøku í august í fjør, og eru nú komnar út í sambandi við nýggju kollektiónina við svimjiklæðum hjá OW Intimates. Eksotisku myndirnar vórðu tiknar í oyðimørkini við Las Vegas, Nevada.

OW Intimates selur klæðir í yvir 20 londum, og hevur dugað væl at fingið kend fólk at brúka teirra merki. Millum annað hevur eina av Kardashian-systrunum lagt myndir út á netið, og hetta sæst aftur á søluni.

Sí myndirnar av nýggjastu kollektiónini av svimjiklæðum frá OW Intimates her.

[object Object](Mynd: OW Intimates)

[object Object](Mynd: OW Intimates)

[object Object](Mynd: OW Intimates)

[object Object](Mynd: OW Intimates)

[object Object](Mynd: OW Intimates)

[object Object](Mynd: OW Intimates)

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald