back-icon

13.03.2020 21:00

Náttarlívið lagt lamið

Náttarlívið í Havn verður ikki tað sama hetta vikuskiftið, nú føroyska samfelagið er farið niður í ferð

13.03.2020 21:00 Jens Hákun Leo

Náttarlívið í Havn verður ikki tað sama hetta vikuskiftið, nú føroyska samfelagið er farið niður í ferð.

Myndugleikarnir almannakunngjørdu í gjár fleiri tilmæli í stríðnum ímóti Corona smittuni, harav eitt teirra var, at matstovur og skeinkistøð skulu lata aftur kl. 22.

Hetta tilmælið hava flestu av støðunum tikið til sín.

Tað vælumtókta Pub Quiz í Irish Pub, sum vanliga er klokkan 22 fríggjakvøld, verður í kvøld frá klokkan 20-22. Monkey Night í Glitnir, sum vanliga er klokkan 22.30 fríggjakvøld, verður í kvøld frá klokkan 19-22.

Eftir hetta lata bæði støðini aftur. Irish Pub og Glitnir lata eisini aftur kl. 22 í annaðkvøld.

Essabarr, Víngarðurin og Jómfrúbakkin hava valt ikki at lata dyrnar upp, so leingi tilmælið frá landsstýrinum stendur við, tað er í 14 dagar.

Tey í Bassalt og Loca siga, at tey hava gjørt av at fylgja tilmælinum hja landsstýrinum og fara at hava stongt í vikuskiftinum.

Blábar hevur gjørt av at hava stongt í eina viku og at avlýsa øll tiltøk komandi tvær vikurnar.

Hvonn og Sirkus Föroyar gera sum Irish Pub og Glitnir og lata aftur kl. 22 í kvøld.

Hvonn hevur harumframt minkað um úrvalið í matskránni og hevur valt at taka færri gestir inn enn vanligt, soleiðis at góð frástøða er millum allar gestirnar í matstovuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald