back-icon

20.05.2020 20:30

Ndende var um at frysta í hel

Hevði tað staðið upp til Ndende Adama Gueye sjálvan, hevði hann ikki steðgað leingi í Føroyum av fyrstan tíð

Mynd: Bjarni Nygaard, TB
20.05.2020 20:30 Jens Hákun Leo

Almenna franska útvarpsstøðin Radio France Internationale (RFI) hevur gjørt eina samrøðu við Ndende Adama Gueye, sum mong av okkum helst kenna frá Betri Deildini.

37-ára gamli senegalesarin kom til Føroya í 2008 og spælir nú við TB, sum hann hevur umboðað í trimum umførum.

Hevði tað staðið upp til Ndende sjálvan, hevði hann ikki steðgað leingi í Føroyum av fyrstan tíð.

Ndende var einki serliga glaður fyri veðrið í Føroyum, tá hann kom her.

- Tá eg kom her, hevði eg aldrin hoyrt um landið. Meðan eg ferðaðist, trúði eg, at eg skuldi til Danmarkar, og eg hevði aldrin hoyrt um hetta navnið fyrr: Føroyar. Tað var alt, alt ov kalt.

- So skjótt eg var liðugur við mína fyrstu venjing, ringdi eg til umboðsmannin hjá mær, sum hevði fingið meg higar. Hann segði við meg, at eg skuldi royna at verða her í eina viku ella tvær fyri at venja meg við umstøðurnar. Men eg segði beinanvegin, at tað kundi eg ikki, "eg frysti í hel".

Ndende spældi við B68 frá 2008 til og við 2012. Eftir hetta skifti hann til TB, har hann var í eitt ár. Síðan fór hann til KÍ í tvey ár og so aftur til TB í eitt ár, áðrenn hann í 2017 og 18 royndi seg hjá ávikavist ÍF og 07 Vestur.

Í 2019 skrivaði Ndende undir við aldursforsetan á triðja sinni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald