back-icon

16.04.2020 19:15

Nei til festivalar í summar

Pál Weihe heldur, at er tað er ov tíðliga at hava festival í summar. Trupulleikin er tað opna landamarkið

16.04.2020 19:15 Jens Hákun Leo

Stendur tað upp til Pál Weihe, yvirlækna, so verður eingin festivalur á skránni í summar.

Heldur ikki, um eingin nýggjur smittutilburður verður staðfestur hesar næstu tveir mánaðirnar.

Ein borgari spurdi yvirlæknan, sum aftur í dag hevur svarað spurningum á heimasíðuni hjá Kringvarpinum, um vit kunnu halda festivalar við bara føroyskum nøvnum, um eingin koronatilburður verður staðfestur næstu tveir mánaðirnar.

Pál Weihe sigur, at tað er er ov tíðliga at hava festival í summar. Trupulleikin er tað opna landamarkið.

- Tað er ov tíðliga, tí vit hava framvegis eitt opið landamark. Tað merkir, at fólk kunnu koma úr Danmark, har smittan væntandi fer at ganga restina av árinum.

- Hetta ger, at vit kunnu ikki vera vís í, at ein smittuberi ikki til staðar á einum festivali, hóast ongi útlendsk nøvn eru á pallinum. Gestir uttanifrá kunnu altíð verða millum luttakararnar, og tá er smittuvandi, slær Pál Weihe fast.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald