back-icon

03.07.2020 21:28

Nevningatingið: Kvørkratakið við Sandá var ikki ein drápsroynd

Maðurin, sum legðist á eina kvinnu á gøtuni vestan fyri Sandá tann 22. juni í fjør, er fríkendur fyri ákæruna um drápsroynd, sum varð reist ímóti honum í kjalarvørrinum av hendingini

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
03.07.2020 21:28 Jens Hákun Leo

Maðurin, sum legðist á eina kvinnu á gøtuni vestan fyri Sandá tann 22. juni í fjør, er fríkendur fyri ákæruna um drápsroynd, sum varð reist ímóti honum í kjalarvørrinum av hendingini.

Eitt nevningating varð sett til at taka støðu í málinum, og í dag kom tað so til ein úrskurð í málinum.

Nevningatingið fríkendi mannin fyri ákæruna um drápsroynd, og nevningatingið fríkendi eisini mannin fyri tvær ákærur um grovan harðskap.

Maðurin, sum er sjúklingur á psykiatrisku deild í Havn, tók kvørkratak um eitt starvsfólk, sum gekk ein túr saman við honum tann 22. juni í fjør.

Les meira: Kvørkratak við Sandá - nú er nevningatingið byrjað

Les meira: Starvsfólk á psykiatrisku deild kastað móti grótgarði

Les meira: - Eg ætlaði ikki at drepa hana

Maðurin, sum er fyrst í 20-unum, varð funnin sekur í tveimum ákærum um grovan harðskap og í trimum ákærum um vanligan harðskap.

Talan er um ákærur, sum høvdu við hendingina tann 22. juni í fjør at gera.

Maðurin fekk sum dóm, at hann skal vera á psykiatriskum sjúkrahúsi uttan tíðaravmarking.

Grein dagførd: 22.36, 03. juli 2020

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald