back-icon

08.05.2020 20:22

Norðmenn fyrireika fótbóltsinnrás í Klaksvík

Limir í norska fjepparafelagnum hjá KÍ umhugsa at koma til Føroya í heyst at hyggja eftir einum heimadysti hjá klaksvíkingum

Mynd: Klaksvikar Supporter Club Norway, Facebook
08.05.2020 20:22 Jens Hákun Leo

Norðmenn fylgja væl við føroyskum fótbólti í hesum døgum og hava í hesum sambandi "stovnað" fleiri fjepparafeløg á sosialu miðlunum til frama fyri liðini í Betri Deildini.

Eitt av hesum fjepparafeløgunum er Klaksvikar Supporter Club Norway.

Har eru fleiri enn 1000 limir, og um koronatiltøkini linka í komandi tíðum, so umhugsa summir av teimum at koma til Føroya í heyst at hyggja eftir einum heimadysti hjá KÍ.

Ein av limunum í bólkinum gjørdi í gjár eina sonevnda "poll". Har spurdi viðkomandi óforpliktandi, hvør hevði hug at koma við á ein fjepparatúr til Føroya.

Viðkomandi legði upp til, at ætlanin er at koma til dystin ímillum KÍ og ÍF í 25. umfari. Tann dysturin stendur til at vera á skránni tann 25. oktober.

Í skrivandi løtu (fríggjakvøld klokkan 20.22) hava 67 persónar svarað, at teir umhugsa at koma við á fjepparatúrin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald