back-icon

18.08.2020 18:55

Norðoyggjar nærum koronafríar hesa ferð

Tá koronavirusið gjørdi um seg í Føroyum í vár, vóru Norðoyggjar lutfalsliga harðast raktar av smittuni, men hesa ferð er vent í holuni

Klaksvík (Savnsmynd: Pól Sundskarð)
18.08.2020 18:55 Jens Hákun Leo

Tá koronavirusið gjørdi um seg í Føroyum í vár, vóru Norðoyggjar lutfalsliga harðast raktar av smittuni, meðan Suðuroyggin og Sandoyggin sluppu meira ella minni snikkaleysar.

Nú korona aftur ger um seg í Føroyum, er vent í holuni. Hesa ferð eru Norðoyggjar minst raktar av smittuni, bæði í absoluttum tølum og lutfalsliga sæð, meðan Suðuroyggin og Sandoyggin eru í hinum endanum saman við høvuðsstaðarøkinum. Í øllum førum lutfalsliga sæð.

Les meira: Lutfalsliga flest smittað í Norðoyggjum

Í Suðuroy hava tólv fólk higartil fingið staðfest smittuna hesa ferð, meðan á Sandoynni hava sjey fólk higartil fingið staðfest smittuna hesa ferð. Bert tvey fólk hava higartil fingið staðfest Covid-19 í Norðoyggjum á hesum sinni.

Hesi tølini frá corona.fo eru seinast dagførd 15. august.

Gera vit omanfyrinevndu tøl um til tøl fyri hvørjar 100.000 íbúgvar, so eru 541 fólk smittaði fyri hvørjar 100.000 íbúgvar á Sandoynni. Í Suðuroy eru 260 fólk smittaði fyri hvørjar 100.000 íbúgvar, og í Norðoyggjum eru 32 fólk smittaði fyri hvørjar 100.000 íbúgvar.

1. Sandoy 7 fólk, 541/100.000
2. Suðurstreymoy 93 fólk, 438 fólk/100.000
3. Suðuroy 12 fólk, 238 260/100.000
4. Eysturoy 17 fólk, 143 fólk/100.000
5. Vágar 3 fólk, 89 fólk/100.000
6. Norðstreymoy 3 fólk, 75 fólk/100.000
7. Norðoyggjar 2 fólk, 32 fólk/100.000

Ikki skrásett: 6 fólk
Útlendingar: 43 fólk

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald