back-icon

31.01.2023 13:37

Nú gevst hon sum vertur

Sofie Linde gevst sum vertur í væl umtókta X Factor

Tina Mellemgaard og Sofie Linde í X Factor í fjør (Mynd: Sverri Egholm)
31.01.2023 13:37 Sverri Egholm

Sofie Linde, sum síðani 2016 hevur verið vertur í donsku tónleikakappingini X Factor, gevst tá vinnarin í ár er funnin, og upptøkutólini eru sløkt.

Hóast tað ikki hevur verið ein løtt avgerð at taka, so kennist hon røtt - og eitt sindur spennandi, skrivar kendi verturin á Instagram.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

- Vit standa á gáttini til kappingina í ár, og eg gleði meg til at trína á pall saman við dugnaligu luttakarunum og dómarunum eina síðstu ferð, sigur Sofie Linde.

Seinastu árini hava fleiri føroyingar luttikið í X Factor. Í fjør komu Kári Fossdalsá og Tina Mellemgaard heilt til finaluna. Í ár luttók Olvheðin Jacobsen, og hann reyk út í Six Chair Challenge.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald