back-icon

25.08.2020 19:02

Nú kanst tú keypa ein stigabil

Gamli stigabilurin hjá Tórshavnar sløkkiliði er til sølu

(Mynd: Bilrøkt)
25.08.2020 19:02 Hvat.fo

Gamli stigabilurin í Havn er settur á sølulistan hjá Bilrøkt. Hann er frá 1999, hevur koyrt 21.000 kilometrar, og er av slagnum Volvo FM12.

Kostnaðurin er 400.000 krónur, og sambært Bilrøkt er stigabilurin í góðum standi.

[object Object](Mynd: Bilrøkt)

Stigabilurin varð skiftur út við nýggjan bil í fjør. Ein bil, sum nøktar tørvin í høvuðsstaðarkommununi. Gamli stigabilurin røkkur 32 metrar, meðan tann nýggi røkkur 53 metrar.

Meira sæst um bilin á heimasíðuni hjá Bilrøkt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald