back-icon

16.10.2022 22:05

Nú skal málið fyri landsrættin

Mánadagin 24. oktober kemur málið við føroysku realitystjørnuni í Danmark, Teiti Skubo, fyri í landsrættinum. Nýggi verjin heldur, at Teitur eigur og skal frídømast

(Mynd: Teitur Skoubo / Instagram)
16.10.2022 22:05 Sverri Egholm

27 ára gamla føroyska realitystjørnan í Danmark, Teitur Skoubo, varð í mai mánað dømdur hálvt triðja ára fongsul fyri neyðtøku, sum skal vera farin fram í november í fjør.

Teitur Skoubo noktaði seg sekan, og kærdi dómin alt fyri eitt. Tann 24. oktober kemur málið fyri í landsrættinum, og farið verður eftir at Teitur Skoubo skal frídømast.

Hetta skrivar danski miðilin Se og Hør.

Síðani dómurin varð sagdur í rættinum síðst í mai-mánað hevur Teitur Skoubo sitið í varðhaldi í Odense, men nýggi verjin hjá honum, Nicolai Berg, upplýsir fyri Se og Hør, at havnarmaðurin er fluttur til Vejle arrest í Jyllandi.

Í býrættinum í Odense varð farið eftir frídøming, men hinvegin bleiv tað ein harðan dóm. Hálvt triðja ár, at rinda sakarmálskostnaðin og 100.000 krónur til órættaðu kvinnuna.

Hesaferð verður aftur farið eftir, at Teitur skal frídømast.

- Eg eri komin fram á ymiskt, sum eg ikki haldi at man hevur tikið hædd fyri í viðgerðini í býrættinum. Ymiskt, sum eg haldi styðjar uppundir frágreiðingina hjá Teiti, sigur verjin Nicolai Berg.

- Eg eri bjartskygdur í málinum, og vænti at hann bæði kann og skal frídømast, sigur Nicolai Berg.

Málið kemur fyri í landsrættinum mánadagin 24. oktober klokkan 13.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald