back-icon

25.06.2020 10:47

Nú verða barrir kanska tvingaðar at lata aftur - men tær fáa endurgjald

Spenningur er í luftini, nú uppskotið hjá landsstýrinum um at tvinga matstovur og skeinkistøð at lata aftur eitt ávíst klokkuslett um kvøldarnar kemur fyri aftur í tinginum í morgin

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
25.06.2020 10:47 Jens Hákun Leo

Í morgin verður ein nýggj 2. viðgerð av uppskotinum hjá Helga Abrahamsen, vinnumálaráðharra, um at tvinga matstovur og skeinkistøð at lata aftur eitt ávíst klokkuslett um kvøldarnar.

Tá kann væntast, at tað verður ein eitt sindur størri undirtøka fyri uppskotinum, enn tað var herfyri í sambandi við 1. viðgerð, tá bara nakrir fáir tinglimir góvu til kennar, at teir tóku undir við uppskotinum.

Les meira: Løgmaður ikki mist mótið av lemjandi mótstøðu í tinginum

Les meira: - Landsstýrið skal ikki bestemma náttar-og matstovulívið

Í kjalarvørrinum av 2. viðgerð síðsta fríggjadag hevur uppskotið á øðrum sinni verið til umrøðu í vinnunevndini. Vinnunevndin hevur aftur hesaferð býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta. Meirilutin, sum telur fýra limir, mælir frá at samtykkja uppskotið, meðan minnilutin, sum telur tríggjar limir, tekur undir við tí.

Tingfólk hjá samgonguni umboða minnilutan. Talan er um Christian Andreasen, Johan Dahl og Beinir Johannesen. Í síðstu viku var tað bara Christian Andreasen, sum mælti til at samtykkja uppskotið í vinnunevndini, men hesaferð hevur hann also fingið Johan Dahl og Beinir Johannesen við í sín part.

Spurningurin, sum stendur eftir, er, um øll samgongutingfólkini í tinginum standa aftanfyri uppskotið hesaferð. Gera tey tað, so verður uppskotið samtykt.

Les meira: Barreigarar krevja endurgjald um teir verða tvingaðir at steingja

Eitt av broytingaruppskotunum hjá minnilutanum er, at um landsstýrismaðurin avger at avmarka vanligu afturlatingartíðirnar til áðrenn klokkan 02 ella at minka mest loyvda tal av gestum, hevur viðkomandi fyritøka rætt til stuðul eftir somu reglum, sum eru ásettar í løgtingslóg um stuðul til ferðavinnufyritøkur fyri fastar útreiðslur í sambandi við COVID-19.

Minnilutin skýtur eisini upp, at gildistíðin hjá uppskotinum verður stytt niður frá 31. mars 2021 til 31. august 2020.

Minnilutin undistrikar, at heimildin at avmarka vanligu afturlatingartíðirnar bert verður nýtt í førum, har mett verður, at tað er ein ítøkiligur og stórur smittuvandi.

Hesi broytingaruppskot laga seg eftir ynskjunum hjá fleiri barreigarum í Havn. Teir skutu upp í einum hoyringsskrivi í síðstu viku, at um uppskotið verður samtykt, og um heimildin, sum landsstýrið fær við uppskotinum, verður brúkt til at skerja virksemið hjá teimum, so eiga teir at fáa fult endurgjald fyri tær inntøkur, sum teir missa av hesum. Teir mæltu eisini til, at gildistíðin hjá uppskotinum, um tað verður samtykt, verður stytt niður frá 31. mars 2021 til 31. august 2020.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald