back-icon

30.06.2021 23:26

Nú verða hesir aftur ókeypis at lurta eftir

Helst mest umrøddi poddur í Føroyum, Amatøroyar, verður aftur ókeypis eftir at hava verið aftanfyri gjaldsvegg síðani september í fjør

(Mynd: Amatøroyar)
30.06.2021 23:26 Hvat.fo

Síðani í september í fjør, hevur verið neyðugt at verið haldari hjá Amatøroyum á síðuni Patreon fyri at hoyra teir báðar Bjarna Arge og Jóan Paula Dahl Jakobsen seta orð á serstaka føroyska liviháttin, og annars støður og hendingar, sum stinga seg upp í Føroyum.

Seinastu mánaðirnar hava teir havt 1000 haldarar, sum má sigast at vera nógv í føroyskum høpi. Haldið hevur kostað eina symbolska upphædd upp á 30 krónur, men nú verður tað altso ókeypis aftur.

Í hvørjari útgávu og hvussu javnan, er ógreitt, siga teir báðir í boðum til haldararnar í kvøld.

Hóast góðu undirtøkuna vilja teir hava fleiri at lurta aftur.

- Vit mugu tó ásanna, at vit sakna, at øll kunnu lurta uttan at gjalda. Vit sakna tað fría grundarlagið, sum vit byrjaðu við, har ongar bindingarvóru á okkum. Ella lurtaranum.

- Tí gera vit alt ókeypis aftur og framleiða nýggjar partar, tá vit hava hug til tað, siga teir báðir Bjarni Arge og Jóan Pauli Dahl Jakobsen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald