back-icon

06.07.2020 11:30

Nýtt heimsmet: Át 75 hotdoggar uppá 10 minuttir

Leygardagin megnaði Joey Chestnut at eta heili 75 hotdoggar uppá 10 minuttir í eini hotdoggkapping, sum fastfoodketan Nathan's Famous skipaði fyri, á Coney Island í New York

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

06.07.2020 11:30 Jens Hákun Leo

36 ára gamli amerikumaðurin Joey Chestnut hevur sett nýtt heimsmet í at eta hotdoggar.

Leygardagin megnaði hann at eta heili 75 hotdoggar uppá 10 minuttir í eini hotdoggkapping, sum fastfoodketan Nathan's Famous skipaði fyri, á Coney Island í New York.

Harvið hevur Joey Chestnut, ella Jaws sum hann verður kallaður, sligið sítt egna heimsmet frá 2019, tá hann át 74 hotdoggar uppá 10 minuttir.

Eftir kappingina helt Joey Chestnut fyri, at hann hevði tað gott hóast teir mongu hotdoggarnar.

- Eg eri uppblástur og troyttur, men eg føli meg væl, segði Chestnut sambært New York Post.

Orsakað av koronavirusinum sluppu eingir áskoðarar sluppu at hyggja eftir kappingini og stuðla Chestnut og hinum, sum luttóku.

Chestnut helt, at tað var torførari at manna seg upp og eta hotdoggarnar uttan áskoðarar.

- Tað var hart. Eg visti, at eg var kvikur í byrjanini, og hotdoggarnir vóru væl tilgjørdir, men aftaná gott seks minuttir byrjaði eg at sakna áskoðararnar, tí teir eru so óførir at heppa, og so rakti eg ein múr. Tað kravdi eitt sindur meira arbeiði at koma ígjøgnum tað, segði Joey Chestnut.

Teir 75 hotdoggarnir, sum Joey Chestnut át, svaraðu til 21.750 kaloriur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald