back-icon

05.10.2020 23:47

Ónøgd við lutakastið hjá FSF: “Pinnamats-brigadan” sigur nei til Skansan

Tað elvir til kjak, at 500 tilvildarligir áskoðarar sleppa til landsdyst. Fleiri halda at Skansin átti at fingið ein part av teimum fyri at sett lív í

05.10.2020 23:47 Sverri Egholm

Tað hevur elvt til nógv kjak á Facebook-síðuni Føroyskt fótbóltskjak, at FSF hevur boðað frá, at 500 áskoðarar sleppa til komandi heimadystirnar hjá A-landsliðnum móti Lettlandi leygardagin og Andorra týsdagin í næstu viku.

Les eisini: Nú sleppa áskoðarar til landsdyst (Dagur.fo)

Stadionspeakarin í Klaksvík, Kristian Joensen, leggur út við at spyrja hví FSF skal í gongd við lutakast, og skýtir upp, at Skansin fær tey at býta út.

- Hví skal FSF fjasa við at hava lutakast um nøkur atgongumerkið. Hví ikki siga, tit í Skansanum, tit byta atgongumerkini runt til teir 500 mest rópandi áskoðarnar. So fáa vit stemning á Tórsvølli. Nú riskikera vit at fáa ein keðiligan stemning, heldur Kristian Joensen.

[object Object](Savnsmynd: Sverri Egholm)

Fleiri siga seg vera samdan við Kristiani Joensen.

- Sjálvandi skal Skansin hava sín part av hasum, skrivar ein.

- Ímyndið tykkum 500 skansalimir, spjaddir um alla langsíðuna, í frástøðu, men rópandi og syngjandi, tað hevði verið so óluksáliga feitt, skjýtur skansafjepparin Niels Uni Dam upp.

Sambært honum, er Skansin ikki so væl móttikin á Tórsvølli longur.

- Skansin hevur ongantíð vunnið hjørtuni á teimum á ovastu rók í FSF. Skansin var eitt projekt, ið Tróndur Vatnhamar byrjaði, men síðan Tróndur gavst, hevur kærleikin frá FSF ligið á einum sera lítlum stað, vil Niels Uni Dam vera við.

Tróndur Vatnhamar, sum kunnugt ikki longur arbeiðir hjá Fótbóltssambandinum, er klárur at viðmerkja beinanvegin.

- Skansin er ov fólksligur til slipsadreingirnar, teir høvdu jú aldrin sett seg har, eingin pinnamatur, skrivar hann og í skemti leggur hann afturat: “pinnamats-brigadan“.

Eigur FSF at geva Skansanum nøkur av teimum 500 atgongumerkjunum?
Ja
Nei
 
 
 
 
 
 
 

Ein annar ætlar sær at boykotta næstu landsdystirnar hjá Føroyum.

- Sum skansalimur boykotti eg komandi landsdystirnar, vegna arroganta stílin hjá FSF, skrivar ein.

[object Object](Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ísakalt nei

Formaðurin í Skansanum letur eisini illa at. Sambært honum hevur fjepparafelagið fingið eitt ísakalt nei upp á fyrispurningin um at fáa nøkur atgongimerki til sínar larmandi limir.

- Eg havi kannað møguleika fyri at fáa nøkur atgongumerki tillutað til Skansan, fyrst 100 stk, so 20 stk, svarið er eitt ísakalt nei. So eg tími ikki at blíva við at pressa uppá. Tað vil siga, at ongi Skansa-atgongumerki verða, so eg ynski tykkum bestu eyðnu við hesum tápuliga lutakastinum, skrivar Johan Ásmundsson, formaður í Skansanum í fráboðan.

Nations League dysturin millum Føroyar og Lettland verður á Tórsvølli leygardagin 10. oktober klokkan 17, meðan dysturin millum Føroyar og Andorra verður týsdagin 13. oktober klokkan 19:45. Men áðrenn uppgávurnar á Tórsvølli bíða, skal ein venjingardystur í Herning móti Danmark mikudagin 7. oktober klokkan 17 føroyska tíð avgreiðast.

Fylg kjakinum á Føroyskt fótbóltskjak her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald